Framtíðin hjá Obbekjær er óviss

Betri deildin menn: Liðskiparin hjá 07 Vestur sigur, at framtíð er ógreið

Mynd: (Álvur Haraldsen) Daniel Obbekjær (t.h) í dysti móti HB í gjár

Tað er ógreitt um Daniel Obbekjær heldur fram í 07 Vestur. Fyri kortum segði hann í samrøðu við bold.dk, at hann er sinnaður at hyggja at øllum møguleikum. Hann avvísti hvørki at spæla í Føroyum ella í Danmark.

 

Eftir seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið móti HB í gjár, bleiv hann aftur spurdur um framtíðina.

 

- Hesin dystin var ikki avgerandi fyri mína framtíð. Eg eri ikki avkláraður enn, men hesin ósigurin hevði ikki broytt mína støðu, segði 21 ára gamli miðverjin við Televarpið

 

07 Vestur tapti 2-1 fyri HB og samanlagt 3-2. Tað merkir at 07 Vestur ikki verður at síggja í Evropa í komandi kappingarári. Steypavinnarin sleppur í Evropa. í landskappingini er lopið upp til topp fýra nu so stórt, at tað er ikki til at heinta innaftur.

 

Søgan sigur, at tað eru áhugi fyri Daniel Obbekjær kring landið. Hann hevur verið millum lyklaspælararnar hjá 07 Vestur seinastu tvey árini, og eigur sín lut í framgongdini á Dungasandi. Nú er spurngurin, um hann heldur fram í 07 Vestur. Sáttmálain gongur út í vetur.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Daniel Obbekjær (t.h) í dysti móti HB í gjár