Føroyar eru framvegis fuglakrímfríar. Tað er staðfest í einari kanning, sum var gjørd av 26 deyðum fuglum úr Føroyum. Fuglarnir vóru sendir niður á eina kanningarstovu í Árhus. Teir skuldu kanna, um nakar var HPAI H5 positivur. Tiltakið er ein liður í átakinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum upplýsir um HPAI H5-virusið.
HPAI H5 er tað nógv umrødda fuglakrímið, sum er vorðið staðfest í nøkrum av londunum rundanum okkum. Í Týsklandi er ein ketta vorðin smittað av fuglakrím, og í Svøríki hava tvær deyðar dunnur fingið staðfest sjúkuna. Í Danmark er ein fuglur nýliga deyður av fuglakrími.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan tekur vandan álvarsliga, og hava tey tí sent fuglarnar, sum eru funnir kring landið, niður til kanningar. Fólk hava ringt inn og boðað frá deyðum fugli ymsastaðni, og fólk frá starvsstovuni hava síðani verið eftir teimum. Eingin av fuglunum høvdu sjúkuna, so enn er tann herviliga sjúkan ikki staðfest í Føroyum.
Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er ein temasíða um fuglakrím. Har er ein talva yvir allar teir kannaðu fuglarnar, sum vísir hvat slag teir eru, hvar teir eru funnir og tílíkt.
Hóast vandin hjá menniskjum at verða smittað ikki er so stórur, so vísir Starvsstovan á nøkur fyrivarni, sum skulu takast, um tú kemur fram á deyðan fugl. Tað verður rátt frá at nerta við fuglin við hondunum. Í staðin skalt tú nýta eingangshandskar ella taka hann upp við einum plastposa, eins og tað verður gjørt við hundaafførningi. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni www.hfs.fo.