Framvegis kalt í næstu viku

Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst framvið beint norðan fyri Føroyar og tað gevur eitt skifti mildari veður. Næsta vika byrjar tó aftur við kaldari luft og vátaslettings- ella kavaælum, sum streyma inn yvir oyggjarnar av norðri.

 

Í dag

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, í kvøld av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin sól, men móti middagsleitið verður meiri skýggjað og vátaslettingur ella vátakavi og í kvøld yvirhøvur regn. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Í nátt framvegis andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó okkurt æl, møguliga vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum út á nattina fer í ein útnyrðing og norðan og makar eitt bil. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur, út á dagin kavi. Hitin um 5 hitastig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s, sum fer í ein landnyrðing og makar út á náttina. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 1 og 4, um náttina millum frostmarkið og 5 kuldastig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 7 til 10 m/s, um náttina av vestri. Samdrigið og okkurt vátaslettingsæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum frostmarkið og 5 kuldastig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Sum frá líður yvirøvur skýggjað og vátaslettingur. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum spakuliga øtlar í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men sum frá líður skýggjað. Hitin millum 2 og 5 stig.