INNTØKUR
Einki er nýtt undir sólini, nú aftur ein altjóða kvinnudagur er farin aftur um bak. Eins og alla aðra staðni er framvegis munur á lønarposanum hjá kvinnum og monnum í Føroyum. Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa, at rættiliga fáar kvinnur hava eina høga inntøku. Í 1999 taldist samlaða kvinnuliga arbeiðsmegin 18.510 í mun til 17.567 í 1993. Samsvarandi vóru 20.230 menn í arbeiði í mun til 19.164 seks ár frammanundan.
Hóast munur framvegis er á, hvat kvinnur og menn forvinna um árið, eru færri kvinnur í 1999 sum hava eina lægri løn í mun til 1993. Gott og væl helmingurin av kvinnunum fáa tó framvegis eina løn, sum liggur undir 100.000 krónur. Hesar telja heili 57 prosent av kvinnuligu arbeiðsmegini. Í mun til 1993 er hesin bólkur minkaður við 9 prosentum. 30 prosent av kvinnuligu arbeiðsmegini fær eina løn, sum liggur millum 100-200.000 krónur um árið, og 11 prosent fær millum 200-300.000 krónur um árið.
Bert 1 prosent av kvinnunum á arbeiðsmarknaðinum hava eina løn hægri enn 300.000 krónur um árið. Samsvarandi hava 9 prosent av monnunum eina løn hægri enn 300.000 krónur. Í reiðum tølum fáa eittans 47 kvinnur av samlaðu kvinnuligu arbeiðsmegini eina løn, sum liggur um hálva mió. krónur um árið, og 24 kvinnur fáa meiri enn eina hálva mió. krónur um árið.
Lutfallið er væl øðrvísi, tá ið talan er um inntøkuna hjá monnum. Men eisini hjá teimum hava teir flestu eina løn, sum liggur undir 100.000. Hinvegin eru tvífalt so nógvir menn sum kvinnur, ið forvinna millum 200-300.000 krónur um árið, sum má sigast at vera ein vanlig inntøka í dag.