Frans pávi finst at, at Svøríki loyvir at brenna koranir og sigur, at slíkar gerðir vekja stóra vreiði í sær.
Tað sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters í eini samrøðu við emiratarabiska blaðið Al Ittihad.
Felagsskapurin fyri Islamiskum Samstarvi, OIC, sum hevur høvuðsstøð í Saudi-Arabia, mælti í gjár til, at nakað verður gjørt við brenningar av Koranini.
Tey 57 limalondini hava í høvuðsstøðini í Jeddah svarað uppá, at ein maður mikudagin brendi eitt eintak av Koranini uttan fyri eina mosku í Stokkhólmi.
Koranbrenningin mikudagin í Stokkhólmi var tann fyrsta, síðani danskt-svenski Rasmus Paludan frá innflytaraatfinningarsama flokkinum Stram Kurs í januar brendi eina koran framman fyri turkisku sendistovuni í Stokkhólmi.
Síðani eru fleiri áheitanir um loyvi at brenna koranir afturvístar av trygdarávum, men svenska løgreglan loyvdi koranbrenningini mikudagin.
/ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##