Frans pávi er deyður - 88 ára gamal

Tað eydnaðist Frans pávi at vera leiðari í katólsku kirkjuni í 12 ár. Hann doyði í morgun.

 

Leiðarin í katólsku kirkjuni, Frans pávi, er deyður. Hann var 88 ára gamal.

Hesum boðar Vatikanið frá í morgun, skrivar Reuters.

Frans pávi varð føddur í Argentina og var fyrsti suðuramerikanski pávin. Hann varð valdur til páva í 2013.

- Í morgun klokkan 7:35 kom biskupur í Róm, Frans, aftur til heimið hjá pápa sínum, sigur kardinalurin Kevin Farrell í eini fráboðan.

 

/Ritzau/