Franska løgreglan fann fimm lík í íbúð uttan fyri París

Fimm lík eru funnin í íbúð í einum býi uttan fyri París. Løgreglan kannar málið sum dráp

Fronsk løgregla hevur sett ein kanning um dráp í verk, eftir at fimm lík í gjár vórðu funnin í íbúð í býnum Meaux, sum er ein tíma eystan fryi landsins høvuðsstað, París.

Tað upplýsir ákærumyndugleikin á staðnum fyri fronsku tíðindastovuni AFP.

Løgreglan hevur ikki sagt nógv um smálutirnar í málinum.

Sambært AFP var tað franski onlinemiðilin Actru17, sum kom við tíðindunum um, at hesi fimm fólkini vórðu funnin deyð.

Miðlin, sum næstan bara skrivar løgreglutíðindi, skrivar, at teir fimm persónarnir, sum eru funnir deyðir, eru ein mamma og fýra smábørn hennara.

Sambært miðlinum royndir løgreglan at finna pápan hjá børnunum, ein 33 ára gamlan mann, sum er høvuðsmistonktur í málinum. Hann er longu kendur av løgregluni, skrivar Actu17.

Miðilin skrivar harumframt, at løgreglan hevur boðið til tíðindafund í dag, har hon fer at greiða frá málinum.

Í París-økinum hava seinastu tíðina verið fleiri barnadráp.

Síðst í november meldaði ein 41 ára gamal maður seg á eini løgreglustøð og segði løgreglufólkunum, at hann júst hevði dripið tríggjar døtur sínar.

Og løgreglan fann seinni líkini av teimum trimum døtrunum, sum vóru í aldrinum frá 4 til 11 ár, í heiminum hjá familjuni í Alfortville, sum er í syðra partinum av París.

Bara ein mánað frammanundan drap ein franskur løgregluhermaður trý børn síni, áðrenn hann hann tók sítt egna lív í heimi sínum í Vemars, sum er í Vald-d'Oise umleið ein hálvan tíma úr høvuðsstaðnum.

/ritzau/