Fraklendingarnir vóru við frá fyrsta sinni, tá veruliga altjóða fótbóltur kom upp á tal. Hetta var afturi í 2004, tá umboð fyri Frakland, Belgia, Danmark, Holland, Spania, Sveis og Svøríki samdust um at seta FIFA á stovn.
Eitt av høvuðsendamálunum hjá felagsskapinum var at seta á stovn eina heimsmeistarakapping, og fram um aðrar, so var tað fraklendingurin, Jules Rimet, sum stóð aftan fyri hetta hugskotið. Ein annar fraklendingur, Robert Guérin, var annars fyrsti formaðurin í felagsskapinum, men veruligi vøksturin byrjaði, tá Rimét kom til í 1921. Starvið røkti hann í 33 ár, og hesi árini mentist fótbólturin til av álvara at gerast ein ítrótt fyri allan heimin og øll fólkasløg.
Taptu á heimavølli
Sjálvir høvdu helst hvørki Guérin ella Rimét helst ikki roknað við, at tað skuldu ganga 94 ár frá stovnanini av FIFA, til Frakland fyri fyrstu ferð vann heitið sum heimsmeistari, og sjálvir vilja fraklendingar eisini vera við, at teir als ikki høvdu havt fyri neyðini at bíða so leingi.
Tí hóast tað bert eina ferð er eydnast teimum at enda ovastir, so er tað ein av teimum heilt stóru fótbóltstjóðunum í søguni, sum føroyska landsliðið skal hitta mikukvøldið. Í løtuni er liðið nummar tvey á alstjóða styrkislistanum hjá FIFA, og søguliga hava teir eisini verið nær við fleiri ferðir, tó at tað ikki er fyrr enn seinastu góðu 20 árini, at landið veruliga hevur togast móti toppinum.
Vónirnar vóru annars stórar, tá Frakland í 1938 var vertstjóð fyri HM-kappingini. Hetta var triðja ferðin, at HM varð hildið, og hinar báðar ferðirnar hevði vertstjóðin verið vinnandi parturin av kappingini.
Soleiðis skuldi tó ikki ganga hjá Fraklandi. Í fjórðingsfinaluni hittu teir verandi meistararnar úr Italia, og hendan dystin vunnu italiumenn 3-1. Italia vann eisini hesa kappingina, og so skuldi ganga rúm tíð, áðrenn Frakland veruliga otaði seg uppaftur.
Metið hjá Fontaine
Seinni heimsbardagi gjørdi eisini, at HM-kappingin ikki varð hildin aftur fyrr enn í 1950. Hvørki her ella í 1954 hevði Sveis nakran leiklut, men í 1958 stóð landið aftur við einum liði, sum teir hildu vera tað besta í heiminum.
Í álopinum høvdu teir ótrúliuga Just Fontaine, sum í hesum endaspælinum skeyt ikki færri enn 13 mál - tað er framvegis met. Saman við honum var eisini Raymon Kopa, sum varð kosin sum besti leikarin í kappingini. Men tá teir í hálvfinaluni hittu Brasil - við einum ávísum Pele á liðnu - endaði ævintýrið.
Og ævintýrið kom ongantíð nakran veg, tá kappast skuldi í 1962. Her var Frakland nevnliga millum liðini, sum ikki vunnu seg gjøgnum undankappingina, sum nú fevndi um ikki færri enn 58 lið. Í 1966 var liðið aftur við, men tað eydnaðist teimum tó ikki at gera stórvegis um seg.
Platini-ættarliðið
Komandi tíggju árini máttu fraklendingar eisini finna seg í, at teir ikki høvdu stórvegis at gera á heimstindunum í fótbólti. Heldur vóru tað nøvn sum Charlton, Pele, Beckenbauer, Rivera og Cruyff, sum vóru ímyndin av besta fótbóltsspælinum í heiminum.
Men í 1978 vóru tó tekin um, at vend fór at koma í. Gaman í vann Frakland seg ikki fram við Italia og Argentina í bólkaspælinum, men allur heimurin var bergtikin av nýggja bóltsnillinginum hjá fraklendingum. Michel Platini var við fullari ferð í holt við at gerast nýggja super-stjørnan í fótbóltinum, og komandi árini var hann meira enn nakar annar ímyndin av vøkrum, poleraðum - men samstundis effektivum fótbólti.
Heilt upp á heimstindin kom Frakland tó ongantíð við Platini. Fótbóltsheimurin græt, tá Platini, Tigana, Giresse og hinir máttu lúta fyri Vesturtýsklandi eftir eina fantastiska hálvfinalu, har Frakland í umdystinum hevði verið á odda 3-1.
Á heimavølli í 1984 til EM-kappingina gekst tó betri. Platini var í serflokki besti leikarin í Europa um hetta mundið, og av miðvallarplássið sínum skeyt hann ikki færri enn níggju mál í teimum fimm dystunum, sum Frakland leikti á vegnum til EM-heitið.
1986 var at kalla endaspurturin hjá Platini-ættarliðnum, men heldur ikki hesaferð var eydnan við teimum, og aftur stóðu týskararnir fyri, tá komið var til hálvfinalurnar.
Vónbrot hjá Papin
Frakland mátti fara undir at byggja nýtt landslið upp, og hóast Platini nú var venjari, so eydnaðist tað ikki liðnum at vinna seg fram til endaspælið í Italia í 1990. Til EM-kappingina í Svøríki vóru vónirnar tó betri.
Platini og hansara menn vunnu undankappingina við fullum stigatali. Við leikarum sum Blanc, Deschamps, Cantona og Papin var Frakland eisini millum avgjørdu favorittarnar at vinna EM-kappingina. Men hetta fekk tó ein brádligan enda. Ein ávísur Henrik Larsen nýtti bert fáar minuttir at skjóta Danmark upp á 1-0 í seinasta dystinum í bólkaspælinum, og tó at Papin seinni javnaði fyri Frakland, so fekk Lars Elstrup í seinastu løtu vissa dønum sigurin.
Og uppaftur størri var vónbrotið, tá kappast varð um at koma til HM-kappingina í USA í 1994. Frakland var annars væl fyri í undankappingini, og tey flestu mundu halda, at við heimadystum móti Ísrael og Bulgari sum seinastu uppgávunum, var klárt til endaspælið.
Men alt var ikki í pottinum. Ísrael megnaði púrasta óvæntaðan javnleik, og tá Emil Kostadinov í yvirtíðini í seinasta skeyt Bulgaria upp um Frakland, stóð enn einaferð greitt, at Frakland ikki hevði vunnið nakað stórvegis við einum annars framúr góðum ættarliði av fótbóltsleikarum.
Zidane og listin
Enn einaferð mátti Frakland byggja nýtt lið upp, men hetta skuldi eisini vísa seg, at gerast besta liðið, sum landið nakran tíð hevur átt.
Ein partur av frágreiðingini er eisini, at Frakland longu fyri nógvum árum síðani legði eina nágreiniliga ætlan fyri, hvussu talentmenningin kring landið kundi skipast á besta hátt, og europeisku stórfeløgini løgdu eisini alt meira til merkis hesi supertalentini, sum komu av talentfabrikkunum í eitt nú Monaco og Auxerre.
Tað hevði kanska skelkað nógv, at Tapie og hansara Marseille vórðu tikin í muturgøluni, soleiðis at Marseille varð tvangsflutt eina deild niður, men samstundis gav hetta eitt enn størri skump til smærru feløgini, sum í enn størri mun satsaðu upp á egnar lokalar kreftir.
Leikarar sum Desailly, Zidane, Djorkaeff og Barthez vóru kanska enn ikki komnir heilt á toppin, men í EM í Onglandi sýndi liðið til tíðir, at teir kundu spæla góðan fótbólt, og tvey ár seinni kom so endaliga staðfestingin av, at Frakland nú var heimsins besta lið.
Zidane skoraði sjálvur tvær ferðir í finaluni, og fáur mundi ivast í, at hann saman við Petit og Deschamps átti besta miðvøllinum í heiminum. Í verjuni vóru nøvn sum Blanc, Desailly og Thuram, og tó at liðið kanska ikki átti hvassasta álopið í kappingini, so var hetta ikki nøkur forðing hjá liðnum.
Álopið taldi til hesa kappingina fleiri ungar, evnaríkar leikarar, og til EM-kappingina tvey ár seinni, stóðu hesir í fullum blóma. Henry gav ferð eftir ferð prógv um ørkymlandi skjótleika, Wiltord og Trezeguet stóðu fyri avgerandi málunum í finaludystinum móti Italia, og á veinginum gandaði Pires ferð eftir ferð framvið verjuleikarunum, meðan Zidane í frið og náðum stýrdi hvørjum einasta dysti á miðvøllinum.
Onkur vil kanska siga, at hetta franska liðið til tíðir lyfti fótbóltsspælið upp til list, og um so var, so var listin í hæddini júst hesi bæði árini.
Endurbygging
Tí seinni skuldi aftur ganga niður hjá hesum gylta ættarliðnum. Deschamps helst seg sjálvan vera ov gamlan, og saman við Blanc takkaði hann fyri seg. Zidane var sjálvur skaddur til HM-kappingina í 2002, har Frakland mátti fara heimaftur, uttan at hava skotið eitt einasta mál.
Hetta skuldi hevnast í EM-endaspælinum í summar, men enn einaferð kiksaðu fraklendingarnir, tá Grikkaland vann 1-0 í fjórðingsfinaluni, og so var fólksliga kravið, at eitt ættarliðsskifti enn einaferð er neyðugt.
Og hetta skiftið er nú í ferð við at henda, men hóast tað, so skal eingin rokna við, at føroyska liðið hevur nakra lætta uppgávu, tá farið verður inn á Tórsvøll. Við leikarum sum Henry, Vieira, Giuly, Makelele og øðrum hevur liðið framvegis profilar, sum spæla í allar bestu feløgunum í Europa, og einki er at ivast í, at hesir heldur enn fegnir vilja prógva, at teir megna at lyfta franska arvin.