Franski forsetin, Emmanuel Macron, leggur nú amerikanska forsetan undir at gera Nato veikari.
Orsøkin er, at Donald Trump, alla tíðina sáar iva um skyldurnar hjá USA mótvegis verjusamgonguni.
Forsetin sigur eisini, at álopskríggið móti Iran, sum USA og Ísrael føra, fer ikki at gerast nøkur varandi loysn á kjarnorkuspurninginum.
- Næstan hvønn morgun siga amerikanskir myndugleikar: Vit vilja gera hetta, vit vilja ikki gera hetta - ella okkurt heilt annað, sigur franski forsetin.
Tað er Verdens Gang, sum endurgevur Emmanuel Macron.
- Tað er ov nógv prát um tað heila. Tað, sum okkum tørvar, er stabilitet, ró og ein vegur aftur til frið. Hetta er ikki ein leikpallur, sigur franski forsetin.
Emmanuel Macron vísir eisini aftur atfinningunum hjá Donald Trump móti evropeiskum londum, sum ikki vilja hjálpa til fyri at lata Hormussundið uppaftur.
- Tað er órealistiskt at lata sundið uppaftur við hermegi, sigur hann.
Forsetin vísir á, at ein slík ætlan fer at útseta øll, sum fara gjøgnum sundið, tí iranska kollveltingarhirðin hevur nógv vápn - eisini ballistiskar rakettir og nógv annað.
- Amerikanska og ísraelska álopskríggið fer heldur ikki at loysa kjarnorkuspurningin, sigur Emmanuel Macron.
Hann vísir á, at eitt málrættað hernaðarligt átak - sjálvt í nakrar vikur - fer ikki at loysa kjarnorkuspurningin yvir eina longri tíð.
- Um tað ikki ber til at gera eina rammuavtalu fyri diplomatiskar og tekniskar samráðingar, kann støðan gerast verri aftur um nakrar mánaðir ella ár, sigur Emmanuel Macron.











