Í eini røðu í dag til franska fólkið staðfesti Emmanuel Macron, forseti, at koronakreppan ger, at stór tiltøk við nógvum fólkum ikki koma upp á tal fyrr enn í fyrsta lagið miðskeiðis í juli.
Tað fer at raka Tour de Franse, sum eftir ætlan verður frá 27. juni til 19. juli.
Franski miðilin Le Progres skrivaði síðan, at Marcron eftir røðuna í telefon hevði váttað, at ársins Tour de France ikki kann vera í juli vegna koronakreppuna.
Miðilin hevur tó siðani broytt greinina og hevur nú í staðn upplýsingarnar frá ”eini keldu”.
Macron talaði í dag til tjóðina og longdi útgonguforboðið í landinum til 11. mai.
Í tí sambandinum segði hann eisini, at tey síðani fara at byrja eina ein spakuliga opning av skúlum og stovnum, men staðfesti, at stór tiltøk við nógvum fólkum framvegis verða bannað.
– Teir stóru festivalarnir og tiltøkini við nógvum fólkum kunnu ikki halast fyrr enn í fyrsta lagi miðskeiðis í juli, segði Macron.
Harvið ska tann fýra vikur drúgva kappsúkklingin útsetast, um kappingin skal haldast í ár.
Altjóða Súkklusambandið (UCI) hevur avlýst allar kappingar fram til 1. juni, sum hevur hildið lív í vónini um, at Tour de France kortini verður hildið sum ætlað.
Men boðini í dag frá franska forsetanum merkja altso, at Toru-boss Christian Prudhomme og restin av ASO (Tour-fyriskipararnir) helst skulu seta seg at finna eina nýggja dagfesting.
Tour de Franse var síðsta summarkappingin, sum enn ikki varð rakt av koronakreppuni.
OL í Tokyo go Em í fótbólti vóru longu flutt til 2021, meðan ársims Wimbledon í tennis í juni er avlýst.
Tour de France er uttan samanbering størsta og týdningarmesta kappsúkkling hjá bæði súkklarum og sponsorum.
Tí eru tað mong ,sum hava stór áhugamál í, at Toururin verður hildin í ár, men tað eru eisini stórar avbjóðingar í at útseta slík tiltøk.
Tað uppgávuna skal ASO nú í holt við, um vit skulu trúgva tí, ið Marcron segði.
/ritzau/