Franskir fjølmiðlar eru varnir

Í fronskum fjølmiðlum verður føroyska liðið skýrt eitt pengaskáp, sum skal lirkast upp. Sum heild eru franskmenn varnir og eyðmjúkir í sínum metingum av føroyska liðnum

Sigurð Vang, ið hevur lisið í Fraklandi er stinnur í fronskum, hevur seinastu dagarnar lisið fronsk bløð og á netinum, fyri at gera ein mynd av, hvørja umrøðu Føroyar fáa í fronsku pressuni. Hesum greiddi hann frá á Rás2 í morgun.


Føroyska pengaskápi

Sambært honum hevur Domenech, franskur landsliðsvenjari, sagt við blaðið Le Monde, at franskmenn mugu vera ógvuliga varnir.

– Føroyska liðið er sum eitt pengaskáp, sum skal lirkast upp. Serfrøðingurin til hetta hevur verið Henry, men nú hann ikki er við, verður tað trupult, sigur Domenech.

Hann heitir samstundis á leikararnar, um ikki at koma í eina fellu í Føroyum, og sipar til, at teir ikki mugu undirmeta mótstøðuna, teir fáa í kvøld.


Mugu fáa mál tíðliga

Jeremy Toulalan, sum hevur sína dagligu gongd í Lyon, er eisini varin og eyðmjúkur, tá hann verður spurdur um dystin í kvøld.

– Tað verður torført hjá okkum, um vit ikki skora tíðliga í dystinum. Hendir tað ikki, mugu vit ikki missa tolið, sigur hann.

Somu hevur hann sagt, at um teir ikki vinna í Føroyum í kvøld, so hava teir ikki uppiborið at koma víðari til endaspælið.


Ræddust flogtúrin

Annars verður nógv gjørt burtur úr flogferðini til Føroya í fronskum fjølmiðlum. Loic Remy, sum spælir við Nice, segði undan fráferðini við franska tíðarritið á netinum football.fr, at hevði hoyrt alt møguligt um lendingina í Føroyum, og hvussu trupult hetta var.

Flogferðin fyllir eisini eitt sindur í blaðnum l'Equipe í gjár. Har fegnast tey um, at liðið lendi uttan trupulleikar. Samstundis minnast teir aftur á heysti í 2007, tá franska landsliðið hevði eina ógvusliga lending í Føroyum beint undan dystinum.