Í dag verður orðaskifti í Fólkatinginum um, hvat eitt møguligt danskt ja til ES-grundlógina hevur at siga fyri Føroyar og Grønland. Tað eru teir tríggir fólkatingslimirnir í Norðuratlantsbólkinum, Høgni Hoydal úr Føroyum, og grønlendingarnir báðir, Kuupik Kleist og Lars-Emil Johansen, ið hava sett danska forsætismálaráðharranum, Anders Fogh Rasmussen, spurningin.
Skal ikki hava avleiðingar fyri Føroyar og Grønland
Í fyrispurningi sínum til forsætismálaráðharran spyrja teir tríggir fólkatingslimirnir, hvussu danska stjórnin tryggjar sær, at nýggja ES-grundlógin ikki á nakran hátt,hvørki poltiskt ella løgfrøðisligt, kemur at verða galdandi fyri Føroyar og Grønland.
Høgni Hoydal sigur, at Norðuratlantsbólkurin miðjar ímóti, at tað verður samtykt at gera eina óhefta kanning av, hvat ein økt ES-samansjóðan fer merkja fyri Føroyar og Grønland. Hesum hevur Anders Fogh Rasmussen áður sýtt fyri.
- Danir fara ivaleyst at trýsta fólkaatkvøðuna ígjøgnum í Danmark, óansæð hvussu úrslitið verður aðrastaðnis, og tað er tí umráðandi, at vit fáa lýst okkara støðu, sigur Høgni Hoydal.
Mugu velja eina leið
Høgni Hoydal heldur, at tað hevur givið okkum føroyingum eitt longri skoðbrá at velja eina leið, at fraklendingar sunnudagin atkvøddu nei.
- Vit noyðast at velja eina leið, sum vit vilja ganga í hesum málinum, og nú hava vit fingið eitt longri skoðbrá at velja hesa leið, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur tað verða burturvið at tosa um føroyskan ES-limaskap, so leingi vit eru partur av danska ríkisfelagsskapinum.
- Tað hevði verið skilabest, um vit gjørdu eina samstarvsavtalu við fyrst og fremst Noreg, Grønland og Ísland, tí vit hava felags áhugamál í Norðuratlantshavi, og saman høvdu vit staðið sterk, heldur Høgni Hoydal.
Mótmæli til væntandi demokrati
Í morgin fara hollendingar at taka støðu til ES-grundlógina, og veljarakanningar í Hollandi benda á, at eisini har verður atkvøtt nei.
- Um hollendingar atkvøða nei, verður tað spennandi at síggja, hvat Tony Blair fer at gera. Fólkaatkvøðan í Bretlandi er útskrivað, men sigur Holland nei, kann tað verða, at Tony Blair fer at avlýsa bretsku atkvøðugreiðsluna, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum tulkar franska valúrslitið sum eitt mótmæli til væntandi demokratiið í ES, og tað sama er galdandi, um hollendingar eisini siga nei.