David Trezeguet er føddur í Fraklandi, og hann var við á franska liðnum sum vann HM-endaspælið í 1998, og EM-endaspælið í Belgia og Niðurlondum í 2000. Haraftrat vann HM-silvur við franska landsliðnum í 2006.
Men stóran part av barndómi sínum var tann nú 45 ára gamli David Trezeguet saman við argentinsku móðir sínari í Buenos Aires. Tí stendur hann við blandaðum kenslum undan HM-finaluni millum Argentina og Frakland, ið verður bríkslað í gongd í Katar seinnapartin klokkan 15.
Við spanska blaðið Marca sigur David Trezeguet, at talan er um eina finalu millum tvey tey bestu londini í heiminum.
Hóast hann er franskur statsborgari vónar Trezeguet, at Argentina, og ikki minst Lionel Messi vinnur HM.
- Eg blívi við at siga tað, men Leo (Messi) hevur uppiborið at gerast heimsmeistari. Hetta er seinasta HM-endaspælið hjá honum, og hann fær fólk til at droyma. Argentina spælir fyri Messi. Alt gongur ígjøgnum hann, sigur Trezeguet við Marca.