Freistin at boða frá nýggjum flokki er í morgin klokkan 18

Við 800 góðkendum undirskriftum ber til at stilla upp nýggja flokk

Ætlar tú tær at stilla upp til løgtingsvalið 26. mars við nýggjum flokki, so skalt tú skunda tær. Tí so skal tú fyri klokkan 18 í annaðkvøld hava undirskriftir frá 800 veljarum.

Tað stendur í tingskipanini fyri Løgtingið.

Har stendur, at verður val, antin tí at løgtingið ella løgmaður hava skrivað út nýval, sendir løgmaður alt fyri eitt út kunngerð um hetta og ásetir valdagin við í minsta lagi 4 viku freist og í mesta lagi 5 viku freist, eins og løgmaður samstundis sigur valnevndini frá hesum. 

Valnevndin sendir skjótast gjørligt øllum valstýrum fráboðan frá hesum.

Kunngerðin frá løgmanni kom longu klokkan 15:53. Umleið eitt korter eftir fráboðanina í Løgtinginum.

Tá ið val til Løgtingið skal fara fram, boðar løgtingsformaðurin skjótast til ber og í seinasta lagi eina viku eftir, at val er útskrivað, landsstýrismanninum frá, hvørjir flokkar við seinasta løgtingsval fingu umboðan á tingi og framvegis eru umboðaðir har. 

Í seinasta lagi kl. 18.00 dagin eftir, at valið er útskrivað, kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða landsstýrismanninum frá stovnan av nýggjum flokki, sum tekur lut í valinum.

Við fráboðanini av nýggjum flokki skulu fylgja dagfestar og undirskrivaðar váttanir frá øllum veljarum, sum fráboða flokkin og váttanirnar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, um at viðkomandi er á vallista. Váttanir, sum eru eldri enn 1 ár frá fráboðanardegnum, kunnu ikki góðkennast. Veljarin skal vera lýstur við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift.

Fráboðan um stovnan av nýggjum flokki er galdandi til fyrstkomandi val fer fram, tó í minsta lagi í eitt ár frá fráboðanardegnum, stendur í tingskipanini.