Nú tvær vikur eru eftir, til freistin at lata sjálvuppgávuna inn er farin, hava higartil knapt 1.600 borgarar og virkir nýtt eSkatt til at lata sjálvuppgávuna inn við. Hetta talið er ikki lágt, men tað bendir á, at hjá summum fer helst ein partur av páskafrítíðini við at seta roknskap upp og lata sjálvuppgávu inn.
Summi skulu nýta eSkatt
Sambært eini uppteljing hjá TAKS skulu í alt 6.078 sjálvuppgávur hjá borgarum og virkjum latast inn í ár. Fleiri enn helvtin av hesum sjálvuppgávunum skulu latast inn umvegis eSkatt, tær kunnu ikki latast inn á annan hátt. Orsøkin til hetta er, at í ár er kunngerð komin í gildi, ið ásetur, at allir roknskapir til myndugleikarnar TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovuna skulu latast inn talgilt. Fyri borgarar og sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava skyldu at lata roknskap inn saman við sjálvuppgávuni, merkir hetta, at tey skulu lata bæði sjálvuppgávu og roknskap inn um eSkatt.
TAKS hevur seinastu árini roynt at fáa fleiri fólk at lata sjálvuppgávuna inn við eSkatt, og hvørt ár hava eisini alsamt fleiri nýtt hendan hentleikan. Við kravinum um talgildar roknskapir kann tó væntast, at nýtslan av eSkatt í ár økist munandi í mun til í fjør. Í fjør høvdu tilsamans 2.591 borgarar latið sína sjálvuppgávu inn um eSkatt, tá freistin var úti 1. mai.
Góðar royndir við eSkatt
- Enn eru nokkso nógv, sum vanta at lata sjálvuppgávuna inn, men vit á TAKS hava góðar vónir til, at tey, sum nú fara at nýta eSkatt fyri fyrstu ferð, fara at gera sær góðar royndir. Frá brúkarakanning og afturmeldingum annars vita vit, at fólk eru væl nøgd við eSkatt- skipanina og uppliva eSkatt sum ein skjótan og lættan máta at avgreiða sjálvuppgávuna, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Freistin at lata sjálvuppgávuna inn er 1. mai.