Fiskimálaráðið, sum steðgaði søluni av festinum í Fámará, hevur útsett freistina hjá pørtunum at gera viðmerkingar til málið.
Upprunaliga freistin varð sett til 31. juli, men eftir áheitan frá advokatinum Jens Andrias Vinther, er freistin longd til 7. august.
Tað var Johan Dalsgaard, sum kæri avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at lata Árna Brattaberg fáa festið, til Fiskimálaráðið.
Hann kærdi, tí hann metti avgerðina hjá Búnaðarstovuni vera ósakliga.
Í øðrum lagi kærdi hann um mannagongdina við søluni og kravdi nýggja uppboðssølu.