Sunnudagin verður rimmar country- og gospelkonsert í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn. Talan er um bæði útlendsk og føroysk nøvn, sum fara á pall.
Høvuðsnavnið er úr Íslandi. Sigurður Ingemarsson, sum er væl kendur gospel-sangari, og sum við framúr framførslum sínum hugtekur áhoyraran, verður á pallinum. Eisini verða fleiri kend føroysk nøvn at síggja og hoyra.
Tær fýra hava millum ár og dag verið nógv at hoyrt her á landi, og tær fara eisini at framføra fleiri løg. Tað fer Holgar Jacobsen eisini, sum hevur sín heilt serliga stíl. Tá Magni Christiansen fer á pall við sínum eyðkenda stíli, verður tað country - og kanska meira rockut country, sum verður á skránni.
Konsertin verður í hølunum hjá Frelsunarherinum sunnudagin klokkan 18.