DANMARK 1. DEILD
Tað gongur framvegis einki serligt hjá Frem í næstbestu donsku deildini. Mikukvøldið høvdu teir á heimavøllinum í Valby møguleika at lyfta seg eitt sindur burtur úr botninum, tá ið útsetti dysturin frá 6. umfarinum móti Brønshøj, sum eisini telist millum botnliðini, var á skránni.
Men tað eydnaðist ikki. Úrslitið var 1-1. Bæði málini vórðu skorað fyrsta korterið. Frem legði seg framum, og ein minutt seinni javnaði Brønshøj. Málskjútti var Vitus Kofoed, sum fyri tveimum árum síðani royndi seg í Gøtu. Eftir Frem álop fór Brønshøj í skjótt mótálop. Eftir langa framlegging var Jón Rói Jacobsen so óheppin at glíða, og harvið var mótstøðumaðurin rættuliga leysur, tá ið hann legði upp á tvørs til bornholmaran við grønlendsku familjubondunum, og Vitus Kofoed skoraði.
Í 2. hálvleiki trýsti Frem fyri at fáa sigursmálið. Tað eydnaðist ikki. Næst við vóru teir, tá ið Jón Rói Jacobsen stútaði móti málinum eftir horna, men Brønshøj bjargaði á strikuni.
Gunnar Nielsen og Jónas þór Næs sótu á Frem beinkinum alla tíðina.