Andrass Johansen var við frá dystarbyrjan, tá Fremad Amager á heimavølli tók móti VSK Aarhus í dysti í triðbesti donsku fótbóltsdeildini.
Leingi var líkt til, at dysturin í Sundby fór at enda við javnleiki 0-0, men heilt móti dystarenda skoraði VSK Aarhus tvey mál, so Fremad Amager mátti leggja rygg til eitt 0-2 tap.
Fremad Amager er nummar níggju í deildini við fimm stigum fyri seks dystir. Fremad hevur fimm stig upp til sætta plássið, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl. Á sætta plássinum hevur Næstved 10 stig.
Komandi sunnudag klokkan 13 hevur Fremad Amager dyst á útivølli móti Brabrand.
Tað gongur ikki væl hjá Hørði H. Askham at fáa nógva spælitíð í Roskilde FC fyri tíðina.
Tá Roskilde í dysti á heimavølli ígjár leikti javnt 1-1 móti Skive slapp Hørður á vøllin í 85. minutti.
Roskilde er nummar fimm í deildini við 10 stigum.