Tey eru mong, sum hava longst eftir hesi avtalu og sum hava bíðað so leingi, at tey nú hildu alla vón verða burtur. Síðani Ísrael fekk nýggjan stjórnarleiðara hevur tað nevniliga gingið afturá við friðartilgongdini, tí hesin hevur verið rættiliga avgjørdur og víst aftur flest øllum initiativum, sum gingu palestinum á møti. Men nú bar so til, og eru tað helst mong, sum í dag spyrja, hvussu tað ber til, at ein nýggj friðaravtala fekst í lag hóast alt.
EINGIN ivi er um, at amerikanski forsetin og uttan iva eisini stóra og valdsmikla jødasamfelagið í USA eiga sín stóra leiklut í hesum. Amerikanski forsetin hevur fleiri verið uttan úrslit roynt at mekla millum partarnar, men sum oftast er hetta endað aftur á berum, tí ísraelski leiðarin ikki vildi ganga undir treytir so sum at lata ávís øki aftur til palestinar. Tað er eisini greitt, at teir meira hóvligu og eisini máttmiklu jødarnir í USA hava havt nakað at siga her. Teir og Clinton forseti hava helst sett Netanyahu knívin á barkan. Tað var eisini ein rættiliga niðurboygdur og ikki serliga væl hýrdur Netanyahu, sum skrivaði undir friðaravtaluna. Ogtað er greitt, at hetta er ikki nøkur løtt uppgáva fyri Netanyahu heldur, tí hann fer at fáa stórar trupulleikar í síni egnu stjórn, tá hann skal sannføra ultrahøgravendu flokkarnar um, at avgerðin er tann rætta. Stjórn hansara kann fella við eini slíkari avtalu, men neyvan fer andstøðan, sum so fegin sær eina friðaravtalu, at fella stjórnina uppá hetta málið, nú misálitisváttan verður løgd fram.
EINGIN ivi er um, at henda avtalan fer at hava positiva ávirkan á møguleikarnar hjá Clinton at halda fram sum forseti. Hóast høgravongurin í amerikonskum politikki ger alt hann er mentur fyri at sverta forsetan út við nógv umrøddu Lewinsky-sakini, so kann júst henda meglingin í einum um so týðandi máli koma Clinton væl við. Tað vísir seg, at Clinton er væl umhildin úti í heimi. Tað er ikki so langt síðani, at Nelson Mandela rósti Clinton upp til skíggja fyri sín uttanríkispolitikk. Og ongantíð betur, um friðaravtalan kann forða fyri einum enn meira høgravendum ráki til komandi konkressvalini í USA. Republikanar ynskja Clinton har piparið grør, tí hann stendur fyri demokratiskum og liberalum virðum. Eisini fyri okkum í Føroyum hevur tað týdning, at høgrarákið í USA verður steðgað.