Í óveðrinum leygardagin savnaðust eini 60 fólk í Havn fyri friði í Gaza. Gingið var úr Gundadali og oman í Mettustovu á Reyni, har Tinganest framførdi nøkur løg og Elisabeth Olsen flutti fram røðu. Ein av stigtakarunum til friðargonguna var Helgi
Gudmundsson, sum var vælnøgdur við tiltakið. Hann hevði fingið hugskotið úr Íslandi, har kallað varð inn til friðargongu yvir Facebook. Eisini í Føroyum varð tiltakið lýst yvir Facebook og síðani í útvarpinum. Luttakararnir tóku hvørki partí við Ísraelar ella Palestinar, men ynsktu at friður skal aftur valda í økinum.