Politiið í Klaksvík letur væl at norðoyastevnuni.
- Her hevur ikki verið tað stóra at gera, siga tey norðanfyri. Vakthavandi í Klaksvík sigur við Portalin, at har hevur verið stak friðarligt, tá hugsað verður um, at hetta er norðoyarstevnuvikuskifti.
Um hálvgum trítíðina í nátt var bardagi í umbúna uttan fyri KÍ høllina, men politiið kom á staðið og fekk sissað fólk.
Eina løtu seinni var levint og gangur frá sami bólki av ungfólki í Bøgøtu, og enn einaferð varð politiið boðsent. Millum annað vórðu tey ungu farin upp á eina altan í gøtuni, og hildu annars ein sovorðnan gang, at fólk fingu ikki sovið.
Men, samanumtikið ein friðarlig nátt, verður sagt úr Klaksvík.