Friðarlig vestanstevna

Løgreglan í Vágunum hevði ikki nógv at gera um vestanstevnuna. Vakthavandi sigur, at tað var stak friðarligt alla stevnuna, og fólk sýndu fyrimyndarligan atburð.
Nógv fólk vóru bæði til kappróðurin og í býnum um kvøldið, men hóast tað var onki hjá løgregluni at gera.
? Ein fulur maður varð tikin inn á støðina at sova rúsin av sær, tað var í stórum tað heila, sigur vakthavandi.
Løgreglan í høvuðsstaðnum, Klaksvík og Runavík sigur somuleiðis frá einum sera, sera friðarligum vikuskifti.