Fríggjakvøldið tók løgreglan í Havn nakrar smádreingir fyri herverk. Teir stuttleikaðu sær við at mála grafitti á ein vegg í Jóanesar Paturssonargøtu. Tað verður tó ikki gjørt nógv við málið, tí talan var um smádreingir. Men dreingirnir fáa ein lyftan fremstafingur, og foreldur og barnavernd fáa eisini kunning um málið.
Herverk fyri tíggjutals-túsund
Fríggjakvøldið varð somuleiðis umfatandi herverk í eini útstykking í Hoyvík. Fólk høvdu brotið inn í nakrar arbeiðsskúrar. Men verri er, at tey stjólu eisini ein rennigravara og koyrdu runt í útstykkingini við honum. Tað førdi til brotin kloakkrør og aðrar oyðileggingar.
Løgreglan metir, at talan er um herverk fyri einar 30.000-50.000 krónur, leyðsliga mett, so avgjørt ein dýrur koyritúrur.
Legði nummarið eftir til løgregluna
Leygarkvøldið tók løgreglan í Havn ein bilførara, sum verður skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilur hevði rent á eitt skelti uppi í Hoyvík, men at førarin var rýmdur av staðnum við bilinum. Málið varð kannað, og tá ið løgreglan kom á staðið, kundi hon ikki annað enn ásanna, at bilførarin var rýmdur av staðnum.
Men bilførarin var so óheppin og løgreglan so heppin, at tá ið bilførarin rendi á skeltið, datt nummarplátan av bilinum og lá eftir niðurvið skeltinum.
Við nummarplátuni í hondini var skjótt hjá løgregluni at finna tann, sum átti bilin, og hann varð síðani tikin. Illgruni er um, at bilførarin ikki var edrúur og verður sostatt skuldsettur fyri at koyra við kenning.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Flúgvandi takpláta
Í Runavík hevur vikuskiftið eins og í Havn verið rættiliga friðarligt. Tó var ein heldur sermerkt hending á skránni leygarnáttina, tá løgreglan koyrdi til Leirvíkar. Tá løgreglumenninir komu til brennistøðina, kom brádliga ein takpláta flúgvandi við fullari ferð beina kós móti bilinum. Sum vera man hvukku løgreglumenninir við, men komu tó so heppisliga fyri, at takplátan tíbetur varð føst í einum pela. Sløkkiliðið kom alt fyri alt á staðið og staðfesti síðan, at takplátuna átti NCC í Leirvík.