Alt, ið var fráboðað til løgregluna, hendi uttan fyri festivaløkið.
Sunnunáttina var ein bilur stolin á Heygavegnum, hann var opin og lyklarnir stóðu í. Ein taska var stolin inni á Barok sunnumorgunin, løgreglan veit ikki, hvør gerningsmaðurin er.
Sunnumorgunin var ein bardagi, men harðskapur bleiv ikki meldaður, so hetta verður ikki til løgreglumál. Nøkur fólk svóvu rúsin av sær á løgreglustøðini.
Eitt herverk var meldað, har ein fløska var blakað eftir einum bili og buglaði bakskermin.