Summargestur
Eiði:
Nógvir serligir summargestir vitja oyggjarnar nú háárstíðin so smátt er byrjað. Og ein av teimum er Andrea Rossi, sum er úr Genova í Italia. Hetta er áttanda árið á rað, at Andrea er í Føroyum, og honum dámar so væl, at hann ætlar sær at halda fram við at koma til Føroya, so leingi hann kann.
? Eg havi verið her hvørt ár síðani 1996. Konan og eg ætlaðu at fara til Íslands í tríggjar vikur, men so broyttist ymiskt, og vit kundu bara vera burtur í eina viku. Tá hildu vit, at Ísland var ov stórt, so vit komu her, sigur Andrea, sum minnist, at tað regnaði alla tíðina.
? Ja, vit vóru rættiliga óheppin við veðrinum, so vit sóu ógvuliga lítið. Men tað, vit sóu, dámdi okkum, so vit komu aftur árið eftir, og tað var tá, at vit forelskaðu okkum í landinum.
Sæð næstan alt
Andrea hevur ferðast nógv í Føroyum tey átta árini hann hevur verið afturvendandi gestur. Men hvørt ár hevur hann búð í Lonini í Elduvík, og tað ger hann eisini í ár. Sjálvt um eigararnir hava fingið eitt stórt hotell á Eiði, so vil hann heldur búgva í Elduvík.
? Eg havi sæð næstan alt, sum er at síggja í Føroyum. Men trúgv tí ella ei, so havi eg ongantíð verið í Nólsoy enn, sigur hann og flennur. Andrea greiðir frá, at hvørja ferð hann skal fara, so er tað keðiligt veður, og um ein skal ganga út á Borðuna, so má veðrið helst vera hampuligt.
Kona Andrea hevur seinastu árini ikki verið við í Føroyum. Henni dámar ikki eins væl at ganga og hann.
? Eg eri ein náttúruelskari. Arbeiðið hjá mær er ógvuliga krevjandi, men tá eg komi til Føroya, so slappi eg av. Staðið, eg komi frá, og Føroyar hava onki til felags, og tað er tað, mær dámar so væl.
Yndisstaðið
Sum sagt, so hevur Andrea sæð tey flestu støðini í Føroyum. Men tað eru støð, sum honum dámar betri enn onnur.
? Eg kann ikki lata vera við at nevna Mykines. Eisini vitin har norðanfyri Trøllanes. Tá tú situr har, hevur tú so gott útsýnið og tú ert einsamallur við tær sjálvum. Og so sjálvandi eisini tað, at tú ert á eini útoyggj. Allar tær lítlu bygdirnar dámar mær eisini væl. Gjógv og ein túr niðan í Ambadal. At taka bátin til Fugloyar er eisini sjarmerandi, sigur Andrea, sum sjálvandi eisini hevur verið á Slættaratindi. Og henda dagin, vit fáa orðið á hann, hevur hann verið við Fjallavatn. Um honum dámar støðini hann sær, so vendir hann aftur, tá høvið býðst.
Túrarnar ger Andrea sjálvur. Tá konan var við tey fyrstu árini vóru tey sjálvandi saman, men sigur Andrea, at honum dámar best at gera túrar einsamallur.
? Mær dámar best at fara har, sum eg kann sita og hugsa og gera eina ferð innan í mær sjálvum. Tað eru nógvir mátar at ferðast uppá, og hetta er mín. Nógv fara til eitt nýtt stað hvørt ár, og ferðast runt og síggja eitt nýtt pláss hvønn dag. Men tá alt kemur til alt, so hava tey onki sæð. Eg plagi at seta meg niður í eini tveir tímar, og síðani finna meg sjálvan, greiðir italiumaðurin frá.
? Tað er stuttligt at koma til Føroya. Eg havi fingið nógvar vinir her. Til dømis hitti eg tað eina árið eitt belgiskt par, og tey havi eg samband við enn.
Andrea sigur, at tað er gott fyri atmosferuna at koma til Føroya.
? Og maturin er framúr góður. Sjálvt um eg eri italienari, so dámar mær væl matin her. Matur er mentan, og eg havi sjálvandi roynt grind og lunda, og tað, sum hartil hoyrir. Men tá tað kemur til mat, so eru Føroyar staðið at vera.
Kennir seg væl
? At koma upp her er at kenna seg væl. Onki annað. Tað er her eg vil verða, og punktum. Eg haldi ikki, at nakað skal broyast við Føroyum. Eg havi onki ímóti, at tað verður soleiðis altíð.
? Men við nøkur fólk sigi eg, at tey skulu ikki fara til Føroya. Fólk ferðast av ymsum orsøkum, og um tey hava brúk fyri roki og larmi, so er hetta ikki staðið at koma.
Andrea heldur, at føroyingar eru seg sjálvir.
? Fólk eru tey, tey eru. Tað er so ymiskt at ferðast her og aðrastaðni. Eg vildi sagt, at tað var meira persónligt, at vera í Føroyum. Eg vóni ikki, at hetta verður til eitt stórt ferðamannaland. Onki nýtist at broytast. Eg haldi, at tað riggar fínt soleiðis. Tað, at tær ikki nýtist at læsa bilin tá tú fert út ella, at tú ikki nýtist at hugsa um, at tú skalt læsa húsini, er gull vert. Føroyingar eru bara nógv meira framkomnir og siviliseraðir enn aðrastaðni úti í heiminum, og teir stóla uppá hvønn annan. Og tað er takk til fólkið, at tað er soleiðis, tí frið kanst tú ikki keypa fyri pengar.
Løðast
Arbeiðið hjá Andrea er stressandi. Hann hevur nógv at gera, og aftaná eitt ár av arbeiði kennir hann seg útbrendan.
? Eg havi brúk fyri at koma til Føroya. Eg skal løðast upp aftaná eitt ár av arbeiði. Eg veit, at tað er friðarligt her, og kann savna orku saman. Her eru ikki so nógv fólk, og landið er fullkomið tá ein skal slappa av.
? Í hesum døgum er tað ringt at finna tíð, sum er til sín sjálvs. Tað er ringt at finna pláss, sum bara er til tín. Tá eg komi til Føroya, so hugsi eg um meg sjálvan, og finni útav, hvar eg standi. Tað er týdningarmikið fyri meg at koma her. Sum ein spegil, har eg veruliga fái tíð at hyggja at mær sjálvum. Men her skal sigast, at eg stuttleiki mær sjálvandi eisini.
Andrea greiðir frá, at um tú ein góðveðursdag í Italia hevur hug at fara ein túr í fjøllini, so er tað heilt vist, at tú ert ikki tann einasti, sum hevur fingið tað hugskotið. Tí tá er tað sum allur býurin hevur flutt seg út í fjøllini.
? Her kanst tú seta bilin frá tær, og ganga eitt petti og tú hevur frið. Allastaðni eg havi verið, havi eg havt tað gott. Fólk eru blíð, og tá tey geva tær okkurt, so er tað frá hjartanum. Tey lata hurðina upp fyri tær, og tá hon verður latin upp, so gera tey tað ordiligt.
Um umstøðurnar høvdu loyvt tí, so hevði Andrea kunnað hugsað sær at flutt til Føroya. Men soleiðis verður tað helst ikki. Hann sigur, at konan hevði ikki kunnað búð nakra aðrastaðni enn í Italia, og so høvdu arbeiðsumstøðurnar helst ikki loyvt tí heldur.
? Fólkatalið her er á stødd við ein lítlan bý í Italia. Eg havi vant meg við at arbeiða nógv, og hava nógv at gera. Og um eg hevði komið her, so hevði tað verið nógv minni til mín at gjørt. Men tað hevði sjálvandi verið gott. Arbeiðsrútman hevði verið minni streingjandi, og arbeiðshátturin hevði verið nógv øðrvísi. Men so løgið tað ljóðar, so meira tú arbeiðir, so er tað verri og verri at venja seg við at arbeiða minni.
Men Andrea dylir ikki fyri, at um hann hevði verið einsamallur, so hevði hann komið til Føroya.
? Kanska ikki altíð. Men í øllum førum í eitt ár. Eg vil fegin seta meg meira inn í samfelagið og koma at kenna meira fólk.
? Men eg eri ikki í iva um, at til Føroya fari eg halda áfram við at koma, so leingi sum eg kann, sigur Andrea Rossi, úr Italia at enda.