Friðurin er nærri enn nakrantíð áður

Ísraelski forsætismálaráðharrin sigur, at løtan er komin, tá ið ísraelsmenn og palestinensarar mugu taka avgerð um at flyta seg hagar, sum teir ongantíð áður hava verið Ísrael og palestinensarar hava ongantíð veri nærri friðaravtalu, enn teir eru tað nú, sigur ísraelski forsætismálaráðharrin.

-Mær tykir, at vit ongantíð hava verið nærri møguleikanum at røkka friðaravtalu, enn vit eru tað í dag.

Soleiðis segði ísraelski forsætismálaráðharrin, Ehud Olmert í dag í París, har hann saman við palestinensiska forsetanum Mahmoud Abbas og franska forsetanum, Nicolas Sarkoxy, tosaði við tíðindamenn.

-Tað sær út til, at vit eru komin til ta tíðina, tá ið myndugleikarnir í Palestina og Ísrael mugu taka avgerandi og týdningarmiklar avgerðir, sum skulu flyta okkum hagar, sum vit ongantíð áður hav verið, segði Olmert.

Sambært Reuters segði Ehud Olmert eisini, at hann ætlar at hava beinleiðis samráðingar við hin grannan, Syria, men at tær samráðingarnar á ongan hátt mugu bera við sær, at samráðingarnar við palestinensararnar gerast torførari.

Í samráðingunum millum Ísrael og Syria hevur Turkaland higartil verið semingsland. Syriski forsetin, Bashar Assad, vil ikki vita av beinleiðis samráðingum fyrrenn nýggjur forseti er valdur í USA.

Olmert og Abbas eru millum luttakararnar í konferansu um Miðalhavið, sum er í París. Leiðarar í 43 londum eru saman fyri at samráðast um karmarnar fyri Miðalhavssamgongu, ið skal hava sum mál at fáa frið og støðug viðurskifti í økinum. Nýggja samgongan skal royna at taka sær av trupulleikum sum eitt nú veðurlagi, ólógligum fólkaflytingum og trupulleikum við drekkivatni og orku, sigur Reuters.