Frida er ættað av Norðoyri. Fødd 24. november 1924. Foreldrini vóru Joan Karl Høgnesen bóndi á Norðoyri og Kristianna, fødd Christinansen ættað av Kirkju á Fugloynni. Hon er fimta í røðini av einum systkinaflokki uppá tilsamans átta.
Frida varð gift Jóan Paula Hansen, ættaður av Váli í Svínoy. Jóan Pauli doyði fyri 5 árum síðani. Tey fingu 5 børn. Hildubjartu, Kjartan, Álvur, Frímund og Eyðbjørg. 14 ommu og abbabørn hevur hon fingið, sum hon er serliga glað fyri. Hesi hava fingið manga gávuna frá Fridommu. Tvær ferð higartil er Frida blivin langomma.
Sum ung starvaðist hon nógv í handli, men tá børnini komu, bleiv hon heimagangandi.
Frida hevur luttikið í felgslívi m.a. vóru Frida og Jóan Pauli nógv við í Klaksvíkar Dansifelag. Væl dámar Fridu at stákast rundan um húsini á Heygum. Frida og Jóan Pauli vóru mangan at síggja á Víkini at dyrgja eftir seiði. Hann róði, og hon sæt á rongini við beitu undir tráðuni. Enn dámar henni væl at fara á seiðaberg. Frida er egin at sinni og hevur sínar egnu meiningar um lísvsins viðurskifti. Alt væl ankrað í trúnni á Harran ið øllum valdar.
Mammu verður ynskt hjartaliga tillukku við runda degnum og ein góðan føðingardag, sum verður hildin heima leygardagin 27. november.
Børnini.