Hetta vikuskifti voldi ikki løgregluni í Havn nakað stórvegis høvuðbrýggj, tíbetur.
Tað var eitt av teimum friðarligu vikuskiftum. Ein stolin bilur og ein bardagi millum ung, var tað sum løgreglan hevði at takast við um vikuskifti, útyvir tað vanliga.
Suni Vinther, støðleiðari í Havn, sigur, at tað er javnan, at teir verða boðsendir í sambandi við hússpetakul, men tað var onki hetta vikuskifti.
Tað er onki innbrot fráboðað løgregluni hetta vikuskifti, og av kriminaldeildini sigur John Mortensen, at tað hava ikki verið so nógv innbrot í seinastuni.
? Eitt tíðarskeið upp á 3 mánaðar, fram til august mánað, vóru nógv innbrot, og tað vísti seg at verða ein bandi, sum framdi eina innbrotsrøð, men síðani hann varð steðgaður hevur verið stak friðarligt, hvat tí viðvíkur.
? Tey innbrotini sum eru nú, eru ofta ótangalótir. Onkrir unglingar sum bróta inn eftir góðgæti og sigarettum, sigur John Mortensen.
Vit spurdu John Mortensen um motivini til innbrotini.
Hann sigur, at tað sum oftast eru unglingar sum bróta inn fyri spenningin, ella onkur sum manglar pening.
? Tíbetur hava innbrotini í seinastuni verði av teimum smáu. Vit hava onki av teimum stóru, fyriskipaðu innbrotunum havt í seinastuni.
Vit spurdu eisini John Mortensen, um løgreglan hevur tikið nakað hash í seinastuni.
? Higartil í ár hava vit fingið fatur á millum 200 og 300 grammum av hashi.
Í fjør fann løgreglan uml. 1400 gram, áðrenn tað grønlendska skipið var tikið við umleið 33 kg.
John Mortensen sigur, at tað, fyri tað mesta, eru teir somu »klientarnir« sum ganga aftur í hashmálunum, og at tað í høvuðsheitum er í Havn tað fyrikemur.
Hann sigur eisini, at tað eftir teirra uppfatan ikki er nakar fyriskipaður innflutningur av sterkum rúsevnum til Føroya.
? Tey koma fyri, men tíbetur í sera smáum nøgdum, sigur John Mortensen.
Bilur stolin í Havn
Fríggjakvøldið klokkan 23.35 fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var stolin við Maskinskúlan í Havn.
Bilurin varð seinni funnin aftur við Super Dekk Service, og tað vísti seg at verða 3 unglingar sum høvdu tikið sær brúksrættin til henda bilin.
Revsingin fyri bilstuldur er bót, og tí kunnu hesir menninir væntað sær eina bót fyri óbótagerðina.
Bardagi á Sundsvegnum
Leygarkvøldið klokkan umleið hálvgun eitt fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at bardagi var á Sundsvegnum, og at ein brotin fløska var brúkt í bardaganum.
Løgreglan tók ein 23 ára gamlan mann við á støðina, men eftir at hava avhoyrt hann og onnur í málinum, hava teir avgjørt ikki at gera meira við málið.
? Tað er onki at fara víðari við í hasum málinum, sigur vakthavandi.