Fridtjof Nansen tók í botn í illveðri

- Eg kann vátta, at hol er komið á skipið, sigur Sølve Oldeide í Nordfjord Havn. 

Skipið Fridtjof Nansen hjá norsku Hurtigruten tók í botn út fyri Måløy síðstu nátt við 398 fólkum umborð. 

 

233 av teimum, sum vóru umborð, vóru ferðafólk, og manningin taldi 165.

 

Fridtjof Nansen tók í botn klokkan 03.17 síðstu nátt. Tað var illveður á leiðini, tá hendingin fór fram. 

 

Ein bjargingarbátur kom til hjálpar, og skipið slapp leyst aftur og fekk lagt til bryggju.

 

- Eg kann vátta, at hol er komið á skipið, sigur Sølve Oldeide í Nordfjord Havn. 

 

Nú skulu kavarar niður at kanna skaðarnar, sum skipið hevur fingið.

 

Fridtjof Nansen, sum var á veg til Flåm í Sogn, tá tað tók í botn, liggur nú við bryggju í Trollebø Havn í Måløy.