Tað var tann tíð, tá fólk í Tavuni í Leirvík koyrdu út um landið at selja gulllaksafars. Men, soleiðis verður ikki gjørt longur. Kortini kunnu fólk altíð keypa sær gulllaksafars í Tavuni - og uttan fyri vanligu gulllaksavertíðina fæst altíð ein frystur blokkur á 7,5 kilo.
Hetta er ein góður møguleiki hjá fólki, sum munga eftir frikadellum ella knettum, men sum ikki hava høvi at skaffa sær fisk ella fiskafars fyri ein líkinda prís. Møguleikin at keypa sær nýmalið gulllaksafars er í vertíðini frá apríl og út í umleið hálvan august.
Hinvegin liggur Tavan altíð inni við frystum gulllaksafarsi, og her fæst ein blokkur á 7,5 kilo fyri 220 krónur, sum hevur verið prísurin í nógv ár. Í Tavuni siga tey, at 7,5 kilo av farsi svarar til umleið 75 stórar frikadellur, og tað merkir, at farsið til hvørja frikadellu kostar minni enn tríggjar krónur.
Gulllaksur hevur góð bindievni og er sera væl egnaður til frikadellur og knettir. Tey, sum hava roynt gulllaksafars - og tey eru eftirhondini mong - siga, at tað næstan ikki kann “kiksa” at gera frikadellur ella knettir úr gulllaksi.
Summi brúka gulllaksafars einsamalt, og onnur blanda farsið upp í fars úr øðrum fiski. Hetta er soleiðis eitt gott høvi hjá fólki, sum vilja keypa sær góðan fiskamat fyri ein lutfalsliga lágan prís.
- Vit hava eina frystigoymslu í Leirvík á umleið 500 tons, og síðan hava vit samstarv við Bergfrost í Fuglafirði um goymslu. So, her fer ongantíð at standa á hjá okkum - líkamikið hvør árstíðin er - eisini at kunna selja fars til privatfólk, siga tey í Tavuni.
Eisini í Føroyum hevur Tavan nógvar keypara av gulllaksafarsi, og her eru bæði virkir, sum framleiða frikadellur og knettir til heimamarknaðin og slaktarar kring um í matvøruhandlum.