Myndirnar eru privatar

Fríkendur fyri at lenda á egnari tekju í Narvik

- Eg havi ongantíð framt nakað lógarbrot í mínum lívi, og so verður tú kortini viðfarin sum kriminellur. Eg flúgvi væl, og trygdin er tað týdningarmesta, sigur Morten Larsen við norska kringvarpið, NRK

Myndirnar eru privatar

Tað var í fjør summar, at norski tyrluskiparin, Morten Larsen,  lendi á egnari tekju í einum grannalagi í Narvik í Noregi.

 

Grannarnir hildu hetta vera stuttligt, men tað hildu norsku loftferðslumyndugleikarnir ikki.

 

Tí varð Morten Larsen ákærdur fyri brot á loftferðslulógina.

 

Hann varð ákærdur fyri at hava verið óansin, har avleiðingin kundi havt verið, at hann setti lív ella ognir hjá øðrum í váða - og fyri at hava lent á tekjuni uttan loyvi.

 

Málið var fyri í Midtre Hålogaland Tingrætti í vár, har tyrluskiparin varð fríkendur. Ákæruvaldið kærdi dómin til Hålogaland Lagmannsrett, og her varð hann eisini frídømdur.

 

##med2##

 

Nú ivast ákæruvaldið í, um tey skulu kæra dómin til hægsta rætt og tyrluskiparin, Morten Larsen, stúrir fyri, at norski ríkisadvokaturin fer at kæra frídømingina til hægstarætt.

 

Hann sigur, at hann ongantíð hevur framt nakað lógarbrot í sínum lívi.

 

- Kortini verður tú viðfarin sum kriminellur. Eg flúgvi væl, og trygdin er tað týdningarmesta, sigur Morten Larsen við norska kringvarpið, NRK.

 

 

 

 

 

Myndirnar eru privatar