Miðaldartorn lutvíst niðurdottið í Róm

Ein partur av miðaldartorninum Torre dei Conti í Róm er dottin niður, skrivar tíðindastovan Reuters.

Ein arbeiðsmaður fekk skaða og er innlagdur á sjúkrahús við álvarsligum skaðum. Tveir aðrir fingu smávegis skaða.

29 metrar høga tornið stendur fram við Via dei Fori Imperiali, sum gongur oman til Kolosseum í Róm.

Tornið hevur ikki verið í nýtslu síðani 2006, men er umvælt sum liður í eini fýra ára umvælingarverkætlan, sum skuldi enda næsta ár. Vegna umvælingararbeiðið varð økið stongt fyri gongufólki.

 

##med2##

Ein umvæling var í gongd, men ein partur av torninum er dottin niður