Fríkendur fyri svik móti Almannaverkinum

Ein 64 ára gamal maður var í Føroya rætti í dag fríkendur fyri svik móti Almannaverkinum.

 

Hann var ákærdur fyri svik, fyri at hava keypt sær vørur í einum matvøruhandli og hava skrivað tað upp á konto hjá Almannaverkinum. Talan er um eina upphædd á tilsamans góðar 2.000 krónur.

 

Maðurin greiddi frá, at hann, eftir at hann hevði mist starvið, hevði søkt Almannaverkið um forsorgarhjálp. Viðgerðin av umsóknini dró tó út og at enda vóru eingir pengar eftir. Hann var tí farin at keypa inn og, vísur í, at umsóknin fór at vera honum eftirlíkað, valdi hann at skriva innkeypið á konto hjá Almannaverkinum í viðkomandi handli.

 

Maðurin greiddi frá, at hetta var vanlig mannagongd fyri forsorgarklientar, at teir kundu keypa sær vørur, skriva tær upp á Almannaverkið, og síðani var upphæddin trekt frá tí útgjaldið, teir høvdu rætt til frá Almannaverkinum.

 

Maðurin vísti á, at hann visti, at Almannaverkið fór at uppdaga keypini og at hann hevði skrivað undir við fullum navni. Hetta metti hann sjálvur prógvaði, at hann ikki hevði ætlanir um at svika, men einans fylgdi tí, sum hann sjálvur metti vera vanligari, um ikki heilt rætttari, mannagongd.

 

Umboð fyri Almannaverkið royndi at vísa aftur, at talan skuldi vera um vanliga mannagongd. Hon vísti á, at talan var um eina kontu, sum starvsfólk hjá stovninum nýttu, tá ymiskt skuldi keypast til skrivstovuna, og at neyðugt var við góðkenning framman undan.

 

Ákærin metti at talan var um svik. Hon vísti á, at maðurin nýtti kunnleika, hann hevði vunnið sær sum starvsfólk hjá Almannaverkinum og at hann nýtti eina kontu, har tað var ósannlíkt, at svikið varð uppdagað. Hann hevði ikki boðað Almannaverkinum frá, ei heldur, tá hann fekk forsorgarhjálp útgoldið, og ei heldur hevði hann váttað fyri Almannaverkinum, at hann hevði nýtt kontuna, tá Almannaverkið spurdi hann um tað. Ákærin metti, at hetta skuldi tí revsast við 14 daga fongsulsrevsing.

 

Verjin bað um, at maðurin varð fríkendur. Hon metti, at frágreiðing mansins vísti, at hann hevði betri kunnleika, til hvussu mannagongdirnar vóru enn umboðið hjá Almannaverkinum. Tí hevði hann handlað í góðari trúgv og fullari vissu um, at hann fór at fáa forsorgarhjálp og at hendan upphæddin fór at vera trekt frá. Verjin vísti eisini, á at tað vildi verið býtt at roynt at snýtt tann, ið tú væntar tær pengar frá, og enn býttari at skriva undir við egnum navni.

 

Dómarin valdi at frídøma mannin og vísti nevniliga til, at maðurin hevði eina greiða væntan um, at keypið fór at vera trekt av útgjaldið hansara. Tað var eitt mistak, at umsóknin hjá manninum ikki var vorðin viðgjørd, og tí var maðurin komin í eina óhepna støðu. Dómarin metti ikki, at tað hevði avgerandi týdning fyri skuldarspurningin, at maðurin ikki hevði boðað Almannaverkinum frá, at hann hevði nýtt kontu teirra.

 

Dómarin vísti eisinj á, at ákæruvaldið ikki hevði prógvað, at maðurin hevði nomið sær ein vinning av órættum, og tí var hann fríkendur fyri ákærurnar.