From farin

Karsten From verður ikki at síggja á HB-liðnum tað, sum eftir er av kappingarárinum. Samstundis hava leysasøgurnar um áhuga úr øðrum føroyskum feløgum fingið frítt at fara, men í løtuni tykist tað tó lítið sannlíkt, at hann aftur verður at síggja í føroysku kappingini í ár

Fótbóltur

»Boðað verður frá, at samstarvið millum Havnar Bóltfelag og Karsten From er steðgað frá dags dato.
Orsøkin er, at samstarvs-trupulleikar eru millum Karsten From og venjararnar.«
Somikið stuttorðað var tíðindaskrivið, sum leiðslan í HB og Karsten From í felag sendu út um middagsleitið týsdagin.

Óvart og tó
Fyri mong mundi tað koma eitt sindur óvart á, at eitt felag, sum í løtuni skal royna at halda fast um oddasessin í bestu deildini, soleiðis kvettir sambandið við leikaran, sum undan árinum varð roknaður sum hann, ið skuldi skjóta neyðugu málini til at halda felagnum í toppinum. Ein leikari, sum eisini í ávísan mun hevur leverað kravdu málini.
Men hóast leikligu dygdirnar, so er tað heldur eingin loyna, at sami Karsten From ikki hevur verið tann lættasti at fáa at sampakka við viðleikarar og venjarar í felagnum, og er tað uttan iva hetta, sum hevur ført til nú staðfesta skilnaðan.
Beinan vegin, sum tíðindini komu fram, fóru søgur at ganga, um at eitt nú B36, B68 og KÍ nú høvdu lagt seg framvið í royndunum at knýta leikaran at felagnum. Tað hevur ikki eydnast okkum at váttað ella avsannað nøkur av hesum tíðindum, men í verandi støðu er tó lítið sannlíkt, at hetta skal vera støðan. Hetta tí eitt møguligt skifti til annað føroyskt felag inniber, at Karsten From í mesta lagi kann spæla við tey fýra seinastu umførini, tí tað skal ganga í minsta lagi ein mánaði frá seinasta dysti í fyrrverandi felagnum til fyrsta dystin í nýggja felagnum, tá leikari skiftir millum føroysk feløg.

Nøgdir við hópin
Leiðslan í HB vil ikki gera aðrar viðmerkingar enn tær, sum nevndar eru í tíðindaskrivinum viðvíkjandi Karsten From sjálvum. Men tað er kortini nærliggjandi at spyrja, hvørt felagið nú hevur í umbúna at styrkja sær um hópin undan sjálvum endaspurtinum í landskappingini.
Í fjør fekk HB undan seinastu umførunum tilgongd av Nocko Jokovic, sum - hóast málini ikki vóru so øgiliga nógv í tali ? heilt avgjørt var ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist felagnum at endurvinna oddasessin. Enn eru nakrir dagar, áðrenn markið fyri keyp av leikarum rennur út, og Nocko Jokovic hevur fyri stuttum verið umrøddur í donsku miðlunum, tí hann ikki hevur funnið sær nakað felag til júst byrjaða kappingarárið. Og so kann eisini leggjast afturat, at millum bæði leikarar og viðhaldsfólk tóktist Jokovic at vera ein leikari, sum sampakkaði sera væl við hinar í HB-hópinum. Men hóast hetta, so sigur leiðslan í HB seg ongar ætlanir um at gera eina roynd at styrkja um liðið í evstu løtu.
- Sjálvir halda vit, at hópurin hjá okkum nú er rímiliga breiður. Vit hava havt nakrar trupulleikar við skaðum í ár, men nú er mest sum alt hesum viðvíkjandi komið í rættlag, soleiðis at tað í løtuni bert er Kári Nielsen, sum framvegis er á skaðalistanum. Tí halda vit ikki í løtuni, at vit hava neyðturvuligan tørv á styrki her og nú, so hatta er avgjørt ikki nakað, sum er aktuelt fyri okkum í løtuni, sigur Birgir Enghamar, sum er formaður í HB.
Soleiðis er líkt til, at HB eisini í komandi dystunum fer at royna seg við eini heldur broyttari uppstilling í mun til hana, sum varð nýtt undan summarsteðginum. Tá taldist Rógvi Jacobsen nevnliga millum álitini á miðvøllinum, men seinast varð hann nýttur í álopinum, og tað var so í øllum førum nóg mikið til at basa kappingarneytunum í oddinum úr Runavík.