Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum átta og ellivu stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin veksur hann vindin upp í skrið av vestri og ælingur, partvís vátakavi. Hitin millum eitt og fýra stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og ælingur, partvís kavi. Hitalagið millum frostmarkið og trý stig.
Sunnudagin og mánadagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av vestri og útsynningi og lítið ella einki avfall. Hitin millum trý og sjey stig.