Frumframførsla á Fortuna leygarkvøldið

Fyri fyrstu ferð fara brøðurnir Magni Huusgaard og Dánjal Kjærbo at spæla live saman. Magni og Dánjal hava eina fjølbroytta skrá av føroyskum og útlendskum sangum, sum flest øll kenna. Teir fara at undirhalda við bæði nýggjum og gomlum tónleiki.

 

Magni er frammanundan kendur frá bólkum sum Aria og Pentagon, meðan Dánjal kenna vit serliga frá livekvøldunum saman við Mannbjørn.

 

Diskotekið í Barok verður hettar vikuskiftið við DJ Ólavur.

 

Vitja okkum á www.myspace.com/barokk