FSF: Broyting í Løgmans steypinum

Fótbóltssambandið hevur gjørt av at flyta seinnu hálvfinaluna millum HB og NSÍ

Seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum HB og NSÍ, verður ikki sum ætlað 3. juni, men heldur 4. juni.

 

Orsøkin er, at bæði HB og B36 hava heimadyst í steypakappingin hendan dagin. Tí hevur fótbóltssambandið valt at flyta dystin millum HB og NSÍ til hósdagin 4. juni.

 

Hálvfinalurnar í Løgmanssteypinum:

Fyrra hálvfinala:

Víkingur – B36 (21. mei)

NSÍ – HB (21. mei)

 

Seinna hálvfinala:

B36 – Víkingur (3. juni)

HB – NSÍ (4. juni)