FSF flytir dystir

Fótbóltssambandið hevur flutt eitt umfar í Formuladeildini og 1. deild orsaka av landsdystinum ímóti Póllandi tann 14. mai. Umfarið í Formuladeildini, sum skuldi spælast hendan dagin, er flutt til mikudagin 10. mai. Harafturat boðar FSF frá, at 1. deild menn spælir sítt 8. umfar sunnudagn 14. mai, men landsliðsúttøka kann hava við sær, at onkur dystur verður fluttur - her verður serliga hugsa um dystin hjá TB, har Óli Johannesen spælir við.