Eitt reytt kort, ein brotin nøs og ein avblástur venjingardystur.
Tað var status í gjárkvøldið, tá HB og Víkingur spældi venjingardyst. Ein dyst, sum varð avblástur, tá samanbrestur millum Hans Jørgen Djurhuus og Poul Ingason endaði við, at tann seinni varð sendur í svørðin við eini brotnari nøs sum avleiðing.
Lesið eisini: Poul breyt nøsina
Málið hevur reist spurningin um, hvørja heimild FSF hevur at revsa spælarar, tá talan er um hendingar í venjingardystum, og tann heimildin er kanska til staðar.
Fyrsta reglan í leiðreglunum fyri leikbann staðfestir í øllum førum, at reglurnar eru galdandi í sambandi við sekt av útvístum leikarum, burturvístum venjarum/leiðarum, og sekt fyri at vísa óhøviskan atburð í orð og talu í sambandi við dyst ella venjing.
Júst hetta seinasta – í sambandi við dyst ella venjing – er spurningurin, sum nú verður viðgjørdur av FSF.
Lesið eisini: Sigfríður: Nú er nokk
- Vit hava ikki slept málinum, men tað er tó ikki soleiðis, at vit leggja alt annað til viks fyri at svara hesum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF.
- Tað, sum vit gera í hesum sambandi er í fyrsta lagi, at vit kanna heimildirnar hjá okkum. Talan er um sera prinsipielt mál, og tí kanna vit eisini, hvat vanliga verður gjørt í grannalondum okkara, sigur Virgar Hvidbro, sum annars ikki hevur nakrar viðmerkingar til málið.
Er niðurstøðan, at vegleiðingin um leikbann í serligum førum eisini fevnir um tað, sum fer fram í venjingardystum, er væl hugsandi, at revsingin til Hans Jørgen Djurhuus er leikbann í 4-6 dystir.