Fótbóltur
Við í flogfarinum hjá Atlantsflog leygardagin verða tríggir av føroysku fótbóltstoppunum.
Formaðurin, Dánjal Andreasen, aðalskrivarin, Ísak Mikladal og formaðurin í landsliðsnevndini, Jens Erik Magnussen, verða nevnliga føroysku umboðini, tá aðalfundurin hjá FIFA verður hildin í Seoul týs- og mikudagin í komandi viku.
Hjá nýggja formanninum í FSF er talan sjálvandi um eina spennandi uppgávu, og tá vit hittu hann á máli undan fráferðini var tað heldur ikki frítt, at hann gleddi seg til uppgávuna.
- Hetta er fyrstu ferð eg fari á fund hjá FIFA, so tað er sjálvandi nakað, sum eg gleði meg til. Áður havi eg verið við á fundum hjá UEFA, og hesin verður væntandi á sama hátt, men tá talan er um FIFA, eru luttararnir sjálvandi fleiri í tali, so tað er avgjørt nakað, sum eg gleði meg til, sigur Dánjal Andreasen.
Formansvalið
Tað eru sjálvandi fleiri mál á skránni til aðalfundin, men tað, sum hevur fingið so nógv tað dyggastu umrøðuna í fjølmiðlunum, er formansvalið, sum stendur fyri framman.
Spenningurin var stórur, tá verandi formaðurin, Sepp Blatter, varð valdur fyri tveimum árum síðani, og beint sum tepri sigurin á svianum, Lennart Johansen, var veruleiki, fóru ákærurnar um korruptión at fúka.
Síðani hevur Blatter í nógvar mátar verið í andgletti, og ikki minst tykist hetta at vera galdandi, nú ein av hægstu embætismonnum hansara alment hevur boðað frá, at forsetin hevur fingið FIFA í fíggjarligt óføri.
Tað hevur tí vakt ans, at føroyski fótbóltsbossurin enn ikki hevur tikið støðu til, hvussu føroyska atkvøðan fer at fella á fundinum, men sjálvur hevur Dánjal eina rættiliga einfalda frágreiðing til hetta.
- Tað kemst fyrst og fremst av, at vit ikki vilja døma nakran uipp á forhond. Rapportina, sum fleiri miðlar sigast hava fingið hendur á, hava vit so ikki sæð enn, so vit fáa á ongan hátt gjørt nakra einvísa niðurstøðu í málinum, og so vita vit heldur ikki so nógv um, hvat mótvalevnið hjá Blatter stendur fyri.
- Alt hetta eru lutir, sum vit vilja hoyra framløgu av, áðrenn vit taka nakra støðu í formansvalinum, sigur Dánjal.
Og at Føroyar helst ikki eru einasta landið, sum ivast, bendir alt eisini á. Vanliga er annars soleiðis, at øll lodnini í eitt nú UEFA atkvøða fyri sama valevninum, men soleiðis verður neyvan hesaferð. Danmark hevur mest sum boðað frá, at teir atkvøða blankt. Týskland, Frakland og Sveis fara ivaleyst at atkvøða fyri Blatter, meðan fleiri onnur lond ikki vilja stuðla umstrídda forsetanum, so enn tykist alt vera púrasta opið.
Undan sjálvum aðalfundinum hjá FIFA, sum altso verður týsdagin, fara UEFA londini at savnast mánadagin, og møguliga fæst ein betri ábending um, hvussu atkvøðurnar fella, eftir henda fundin.