Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag millum klokkan 16 og 17, verður tosað kappingarleistin í Effo-deildini. Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini verður við í sendingin.
Tú kanst hoyra Rás2 á netinum við at trýsta HER
Tá Fótbóltssambandið kunngjørdi, at landsliðið skal spæla venjingarlandsdyst móti Kosovo 3. juni, so bleiv 13. umfar í Effo-deildini, ið skuldi verða spælt 5. juni, flutt til 29. mai.
Hetta er komið illa við hjá fleiri feløgum. Árni Frederikseberg hevur millum annað lagt sítt brúdleyp til júst hetta vikuskiftið, fyri at tað ikki skuldi órógva fótbóltin.
Fótbóltspanelið verður at hoyra á In.fo í kvøld
Eisini merkir tað, at KÍ ikki sleppur at spæla á heimavølli á norðoystevnu, sum annars var tilrættislagt við umbýting av heimavølli við NSÍ. Somuleiðis hoyrist, at fleiri spælarar eru burturstaddir hetta vikuskiftið í tí trúgv, at tað var eitt frívikuskifti frá fótbóltinum.
Eisini verður hugt nærri at 12. umfari í Effo-deildini, har Heðin Askham verður gestur. Hann kemur somuleiðis at siga sína hugsan um kappingarleistin í Føroyum.
Í SMS-kappingini ber til at vinna eitt gávukort á 500,- krónur frá bakaríinum hjá Jórun. Hevur tú spurningar ella viðmekringar til sendingina, so er at senda sms inn á 559999.
12. umfar í Effo-deildini:
Leygardagin
Skála-Víkingur (15.00)
Sunnudagin
HB-NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
B68-AB (15.00) Beinleiðis á Rás2
KÍ-TB (15.00)
ÍF-B36 (15.00)