FSF nógv skeiðvirksemi í seinastuni

Fótbóltur: Útbúgvingardeildin hjá Fótbóltssambandinum hevur verið ógvuliga virkin seinastu tíðina. Undanfarna vikuskifti var skipað fyri bæði dómara- og venjaraskeiði

Fótbóltssambandið hevur tann politikk, at vit her í Føroyum skulu verða eins frammalaga og hini norðanlondini til at útbúgva leiðarar til størstu ítróttargreinina í landinum - fótbólt.


Føroyskir skeiðleiðarar

Fyri fyrstu ferð í søguni hendi tað, at tað vóru føroyingar, sum stóðu á odda fyri skeiðinum sum skeiðleiðarar, tá ið FSF í vikuskiftinum skipaði fyri dómaraskeiði við próvtøku. Skeiðleiðarar vóru teir báðir, Niklas á Líðarenda og Jógvan "Egga" Jensen. Av tí at hetta var fyrstu ferð, at føroyingar stóðu einsamallir á odda fyri slíkum skeiði, var danin, Jan Karlsen, ið situr í dómaranevndini hjá DBU í Føroyum og virkaði sum eygleiari á skeiðinum.

Á skeiðinum vóru tólv luttakarar úr seks ymiskum feløgum. Av teimum tólv luttakarunum kláraðu teir ellivu próvtøkuna. Teir tólv luttakararnir á skeiðinum vóru hesir: Úr NSÍ: Andrias Højgaard, Dan Højgaard, Dia Lamhauge og Høgni Lamhauge. Úr GÍ: Páll Rói Poulsen og Aksel Mikkelsen. Úr HB: Christian Eli Zachariassen og Leif Hákun Jacobsen. Úr AB: Jákup Holm og Hans Eivind Olsen. Úr Royn: Lars Müller, og úr VB: Búi Dahl.

Jákup Simonsen úr fótbóltssambandinum sigur, at skeiðið gekk avgera væl, og at FSF er stak væl nøgt við úrslitið. Væntandi verður skipað fyri slíkum skeiði aftur einaferð seinni í ár.


FSF yvirtekur grundútbúgvingina í heyst

Sum áðurnevnt, so var eisini skipað fyri venjaraskeiði í vikuskiftinum. Talan var um grundskeiðini B og C, sum byggja víðari á A-skeiðið, ið er fyrsta byrjunarskeiðið, ið man kann taka undir útbúgvingardeildini hjá FSF. Hesi bæði skeiðini, B og C, umfata tað kropsligu venjingina og so eisini sjálvt venjarastarvið.

Ikki færri enn fimtan luttakarar vóru á skeiðinum, og teir komu úr fimm ymiskum feløgum. Argja Bóltfelag, ið hevur eitt sera virkið ungdómsarbeiði, var best umboðaða felagið við sínum fýra luttakarum. Teir fimtan luttakararnir vóru hesir: Úr EB: Jóhann á Stongunum, Christian Carlsson og Helgi Kristiansen. Úr AB: Steinbjørn Olsen, Palli Joensen, Thorvald Petersen og Fróði Stenberg. Úr B36: Páll Horn og Leivur Fredriksen. Úr ÍF: Janus Petersen, Jerry Ellingsgaard og Ólavur Ellingsgaard, og úr HB: Pætur D. Jacobsen, Sámal Erik Hentze og Torkil Ejdesgaard.

Skeiðleiðarar á venjaraskeiðinum vóru teir báðir Petur Simonsen og Jens Tang Olesen, ið til dagligt er venjarainstruktør hjá DBU. Ætlanin er, at Fótbóltsamband Føroya í heyst yvirtekur ábyrgdina av grundútbúgvingini av fótbóltsvenjarunum. Tískil verða tað í heyst einir tríggir føroyskir venjarar, íroknað Petur Simonsen, ið fara at hava tann neyðuga førleikan til hetta.

Komandi vikuskifti verður skipað fyri einum líknandi skeiði vesturi í Vágum, har ein fyrrverandi hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, Petur Simonsen, og núverandi hjálparvenjarin hjá Allan Simonsen, Jógvan Martin Olsen, standa á odda. Til hetta skeiðið hava umleið 20 fólk boðað frá luttøku, og Jákup Simonsen úr FSF sigur, at skeiðini vísa seg at hava stóran áhuga millum venjararnar í teimum ymsu feløgunum, og tað er gleðiligt.

Grundútbúgvingin hjá FSF, sum ætlanini er at yvirtaka í heyst, umfatar fimm ymisk skeið. Tey trý áðurnevndu, A, B og C, og so eru tað D og E-skeiðið, ið eru eftir. D-skeiðið umfatar tekniska venjing, meðan E-skeiðið snýr seg um taktiska venjing.

Aftaná sjálva grundútbúgvingina er so møguleiki fyri at taka ávíkavist ungdóms-, senior- og elituvenjaraskeið, men hesum standa føroyingar ikki á odda fyri enn!