FSF og dómararnir gjørt avtalu

- Báðir partar eru líka ónøgdir, sigur Petur Reinert, formaður í dómarafelagnum

Fótbóltssambandið og dómarafelagið hava gjørt nýggjan sáttmála fyri tey komandi fýra árini. Ósemjan um samsýning fyri døming í Effo-deildini er sostatt loyst, men báðir partar eru ónøgdir.

 

- Tað er næstan altíð so við slíkum samráðingum, at báðir partar ikki fáa tað teir vilja hava. Vit hava funnið ein loysn, men helst eru báðir partar líka ónøgdir. Vit fingu ikki tað vit vildu hava, men tað ímyndi eg mær heldur ikki at FSF fekk, sigur Petur Reinert, formaður í dómarafelagnum.

 

Tað var dagin fyri kappingarbyrjan, at orðið verkfall var á lofti. Dómarafelagið vildi ikki avsanna, at verkfall var ein møguleiki.

 

- Vit eru glaðir fyri, at hetta ikki gekk útyvir fótbóltin, og tað kann eg eisini lova upp á nakkan av FSF, at teir eru. Nú kunnu vit hugsa um tað, sum tað heila gongur út uppá – nevniliga fótbóltin, sigur Petur Reinert.

 

Undan samráðingunum fekk dómarakvartettin 6.100 krónur fyri at døma ein dyst í bestu deildini. Domarin fekk 2.200, báðir hjálpardómararnir fingu 1.700 og fjórðidómarin fekk 500.

 

- Talan er um eina lítla hækkan í samsýningini fyri at døma í Effo-deildini. Tá eg sigi lítil, so er tað tí tað er minni enn vit ætlaðu, men helst hgri enn FSF ætlaði, sigur Petur Reinert, sum ikki vil seta tøl á beint nú.

 

Avtalan er galdandi fyri fýra ár.