FSF selir HM-restir

Fótbóltssamband Føroya setir nú nøkur atgongumerki til HM-dystir til sølu. Hetta eru atgongumerki, sum liggja eftir frá søluni higartil. FSF kann bjóða atgongumerki til hesar dystir: Brasil-Australia, Sveis-Suðurkorea, Angola-Portugal, Brasil-Kroatia, Suðurkorea-Togo, Argentina-Serbia Montenegro og Saudi Arabia-Spania. Atgongumerkið til dystin millum Brasil og Australia kostar 100 evrur, meðan øll hini atgongumerkini kosta 60 evrur.