Fótbóltssamband Føroya hevur sett ein talent-menningarbólk at gera eitt upprit um, hvussu føroyingar á besta hátt kunnu menna teir yngru spælararnar, so at hesir í størri mun vera klárir at taka við á a-landsliðnum, tá teirra tíð er komin.
- Vit skulu tora at fara eftir teimum bestu spælarunum og menna hesar, soleiðis at toppurin í føroyskum fótbólti gerst betur, sigur Bjarki Mohr, sum formaður í kappingarnevndini hjá FSF.
-Ætlanin er at býta Føroyar upp í eini seks øki, har teir bestu spælararnir skulu venja saman reguliga.? Tað eru ikki teir, sum eru 19 ella 20 ára gamlir, sum vit skulu eftir. Tað eru spælarar heilt niður í 12 ára aldur, og tí fer hetta at krevja eina hugburðsbroyting úti í feløgunum, sigur Bjarki Mohr.
Í talent-menningarbólkinum sita Jógvan Martin Olsen, Johan Nielsen, Mourits Foldbo, Álvur Hansen umframt nøkur umboð fyri FSF.