Í FSF Varpinum hesaferð ber til at síggja øll 17 málini, sum vórðu skoraði í 19. umfari í EFFO-deildini.
Til ber at síggja málini við at trýsta á pílin á myndini
Í komandi umfari vera aftur fleiri spennandi dystir á skránni. Fríggjadagin spæla KÍ og HB í Klaksvík, meðan dystirnir sunnudagin eru hesir: B36-NSÍ, FC Suðuroy-TB, AB-Víkingur og ÍF-EB/Streymur.