FSN-aðalfundur
Føroya Skipara-og Navigatørfelag helt aðalfund í Norðurlandahúsinum millum jól og nýggjárs. Einir 35 limir møttu til fundar, sum er nakað meira enn tað, ið krevst, um fundurin skal vera viðtøkuførur.
Felagið hevur stívliga 600 aktivar limir, og tí vóru lutfalsliga líka nógvir limir á fundi hjá FSN, sum teir, ið vóru á landsfundi hjá Føroya Fiskimannafelag dagin eftir.
Tvær broytingar
Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur 11 nevndarlimir, og umleið helmingurin av hesum standa fyri vali annaðhvørt ár.
Á aðalfundinum hesaferð ynsktu tveir nevndarlimir, Leivur Christiansen, Miðvágur og Jógvan Líggjas Gregersen, Eiði, ikki afturval. Í teirra stað valdi aðalfundurin Dan Inga Andreasen, Tórshavn og Heðin M. Isaksen, Hoyvík.
Eftir aðalfundin næstseinast avgjørdi Ellintur Abrahamsen, sum tá hevði verið formaður í FSN í eini 22 ár, ikki at halda fram sum formaður, og tá varð í hansara stað valdur Eyðstein Djurhuus, Hoyvík.
Eyðstein átók sær formanssessin í fyrsta lagi í eitt ár, men nú aðalfundur var aftur, avgjørdi hann eftir áheitan frá nevndini at halda fram sum formaður – í enn eitt ár aftrat.
Nevndin í FSN skipar seg sjálv.
Nýggja nevndin
Teir 11, sum manna nevndina í dag, eru: Eyðstein Djurhuus, Hoyvík, Regin Nónstein, Hvalba, næstformaður, Ellintur Abrahamsen, Fuglafjørður, Egil Simonsen, Hoyvík, Jákup Gøthe, Toftir, Jan Christoffersen, Hoyvík, Jóannes Jacobsen, Viðareiði, Harry á Lakjuni, Fuglafjørður, Dánjal J. Jørgensen, Miðvágur – og síðan teir nývaldu, Dan Ingi Andreasen, Tórshavn og Heðin M. Isaksen, Hoyvík.
Formansstarvið
Í formansfrágreiðing síni helt Eyðstein Djurhuus, at felagið eisini eigur at viðgera framtíðar viðurskifti, sum hann tók til.
- Tíðin er helst komin, at formansstarvið verður sett sum fulltíðarstarv. Fíggjarliga kann hetta lata seg gera, og eg vænti, at tað hevði gagnað bæði limum og felagnum.
Hann vísti á, at arbeiðsgevarar hava lagt seg eftir at skipa væl fyri, tá ið samráðingar eru – og fakfeløgini mugu eisini viðurkenna, at neyðugt er at vera sera væl fyri fakliga.
- Hvussu fakliga støðið kann hækka á fakfelagssíðuni, er trupult at geva nakað boð upp á, men eitt neyvari samstarv millum fakfeløg eru helst einasta gongda leiðin, segði Eyðstein Djurhuus.
Skrivstovan
Á skrivstovuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag er eitt skrivstovufólk, Áshild Joensen, seks tímar um dagin, og í nógv ár hevur næstformaður felagsins, Regin Nónstein, hjálpt til, tá á hevur staðið. Hann hevur verið á skrivstovuni einar 2-3 dagar um vikuna.
Áshild tekur sær av tí dagliga, og kemur átrokandi postur – ella viðurskifti eru, sum krevja, at formaðurin er kunnaður – verður samskift um telefon, meyl ella at brøv og dokumentir verða skannað og send.
FSN hevur soleiðis eina vælvirkandi skrivstovu.
Við ísfiskaskipi
Tá ið Ellintur Abrahamsen var formaður, var hann burtur í 14 dagar og heima í 14 dagar. Meðan hann var heima, var hann tøkur til uppgávur, sum bíðaðu ella skuldu fáast frá hondini.
Nýggi formaðurin, Eyðstein Djurhuus, siglir við ísfiskatrolara og er burtur í tveir túrar og heima í ein.
Spurningurin, hvørt formansstarvið í FSN skal verða fulltíðarstarv ella ikki, er sum skilst ikki liðugt viðgjørdur í nevndini enn.