Í morgun hittist løgtingsins vinnunevnd til drúgva fundarskrá við vinnu- og fakfeløg í sambandi við ásetingina av fiskidøgum. Samstundis arbeiðir landsstýrið við at fáa fiskivinnunýskipanina í lag, og tískil verða fiskidagarnir einans ásettir frá 1. september og til ársenda.
Hesum hava fleiri av feløgunum mótmælt, og við sær á fundin, hevði Skipara- og Navigatørfelagið eitt hoyringsskriv, sum mótmælir ætlanunum hjá fiskimálaráðharranum.
Felagið mælir heldur til, at fiskidagarnir framhaldandi verða galdandi komandi ár, og vísir til undanfarið hoyringssvar sum ískoyti til lógina.
Skipara- og navigatørfelagið ynskir, at botnfiskiskapurin undir Føroyum skal ásetast eftir fiskidøgum heldur enn kvotum eftir vekt.