6. umfar í 1. deild er á skránni í dag. Umfarið er ikki liðugt enn, tí fyrsta bríkslið í uppgerðini millum NSÍ og HB var ikki fyrrenn klokkan hálgum fimm.
Einast av teimum fimm ovastu í deildini, sum fekk fulla úrtøku hesa ferð, var FSV04. Liðið úr Sandavági vann 1-0 í Klaksvík. Hini fýra á ovastu plássunum ? B68, ÍF, TB og LÍF ? vóru øll partar av málleysum javnleikum.
B68 hevur 16 stig, FSV04 hevur 13 stig, ÍF 11 stig, LÍF og TB 10 stig, NSÍ, HB og KÍ hava 6 stig, og SÍ og B36 gava 3 stig.
Í 7. umfari, sum verður spælt um eina viku, er skráin henda: HB-SÍ, FSV04-TB, B36-LÍF, KÍ-ÍF og NSÍ-B68.